B36 vann U-13 gentufinaluna

13. sept. 2025 | Steypafinala

U13 steypafinalan:

07 Vestur legði bragdliga fyri, og tær løgdu seg eisini á odda 1-0, tá ið 4. minuttir vóru farnir. Men við tveimum sera góðum málum eydnaðist tað B36 at fara til hálvleik við 2-1 leiðslu. Einki mál kom í seinna hálvleiki, og tí kundu tær hjá B36 lyfta steypið.

07 Vestur – B36 1-2
Leygardagin 13. september