
B36 vann U-17 finaluna
13. sept. 2025 | SteypafinalaU17 steypafinalan:
B36 vann U17 finaluna við 2-1 sigri á Víkingi. B36 var á odda 1-0 í hálvleikinum við máli frá Bjarta J. Hansen. Seinni hálvleikur var ikki nógv meira enn komin í gongd, so økti B36. Hesaferð var tað Axel Holm Simonsen, ið setti pannuna á eitt hornaspark, og so var 2-0 til B36. Tað eydnaðist Víkingi at fáa spenning í dystin aftur, tá ið Emil Ludvig Jacobsen minkaði um munin, og 18. minuttir enn vóru eftir av vanligu leiktíðini. Tað komu tó ikki fleiri mál, og tí kundi B36 lyfta steypið.
Árstalsfelagið úr Havn var umboðað í fimm av seks ungdómsfinalum. Úrtøkan bleiv sera flott: fýra gull og eitt silvur.
B36 – Víkingur 2-1
Leygardagin 13. september