
Nýggj IPTV-boks
Allir okkara kundar fáa eina nýggja IPTV-boks ókeypis í Telebúðuni.
Ynskir tú fleiri boksir, so ber til at hava fýra boksir í hvørjum húsarhaldi. Boksirnar verða útflýggjaðar í Telebúðunum við einum mánaðarligum boksgjaldi á 38 kr. Verður haldið uppsagt, skulu boksirnar latast inn aftur í Telebúðunum.
Gomlu IPTV boksirnar eru óvirknar og kunnu tí ikki nýtast longur.
Nýggju IPTV boksirnar fáast í Telebúðunum kring landið. Boksirnar eru ókeypis og mánaðarligi kostnaðurin er óbroyttur.

Kom gott í gongd
Her finnur tú vegleiðingar og góð ráð til uppsetan av tíni IPTV-boks
IPTV-boksin skal setast til streym, og HDMI-kápil setast til sjónvarpið.
Boksin skal hava samband við internetið, vit viðmæla at nýta kápilsamband (LAN), men tað er eisini møguligt at nýta tráðleyst internet (Wi-Fi) í staðin fyri kápil millum boks og beinara.
Soleiðis knýtir tú IPTV-boksina til títt tráðleysa internet.
- Vel mál -> Android stillingar -> Netværk og internet og tendra Wi-Fi
- Síðani velur tú títt tráðleysa internet og tøppar loyniorðið og trýstur á Næste.
Sí video niðanfyri:
Nú skuldi IPTV-boksin verði klár at brúka.

Bluetooth
Fjarstýringin stuðlar bæði infrareyðari og bluetooth stýring, upprunaliga nýtir hon infrareytt. Fyri at broyta hetta til bluetooth kanst tú fylgja hesi vegleiðing:
- Trýst á stillingar -> Skipan -> Android stillingar -> Skipan
- Vel síðani Fjernbetjening og tilbehør, trýst á OK og Volume + niður samstundis í 3 sekund
- Vel síðani SmartLabs Remote og trýst á OK.
Sí videobrot:
Set altíð IPTV-boksina frítt og við luft rundanum. Tú kanst gott “krógva” boksina burtur í eitt skáp ella aftan fyri sjónvarpið. Her krevst tó, at fjarstýringin og boksin eru parað við bluetooth.
Tú skalt tó ansa eftir IKKI at:
- Seta IPTV-boksina omaná hitakeldur. Gert tú tað, kann IPTV-boksin gerast ov heit og fara í ólag.
- Seta nakað omaná boksina ella so nær, at ventilatiónsholini verða dekkað.
Gev gætur: Um boksin brúkar tráðleyst internet, so er ikki snilt at goyma boksina burtur, tí tað kann ávirka tað tráðleysa signalið til boksina.