Búskapur & Vinna

Búskapur & Vinna er aktualitetssending á Rás1. Johnny í Grótinum er vertur, og saman við gestum og serfrøðingum setir hann sjóneykuna á ymisk búskaparevni.

Í sendingini mikukvøldið kl. 19 varpar sendingin ljós á føroyska bústaðarmarknaðin, har vit serliga viðgera tørvin á fjølbroyttari møguleikum, og hvørjar loysnir eru í ljósmála. Eitt nú fær hyggjarin innlit í spildurnýggjar skitsutekningar av Føroya størsta einstaka íbúðarbygningi, sum eftir ætlan skal byggjast í Runavíkar kommunu.

Stigtakararnir greiða frá ætlanum teirra, harumframt lýsir samfelagsfrøðingurin Dennis Holm gongdina seinnu árini, meðan Turið Finnbogadóttir Arge frá BankNordik greiðir frá bøttu møguleikunum til at fáa realkredittfígging til leiguíbúðarverkætlanir í Føroyum.

Sverri Justinussen, íløguleiðari í Betri Banka, gevur eina dagføring um útlitini fyri rentugongdina í ár, har bústaðarlánirentan væntast at hækka.

Brellbiti úr komandi sending

Brot úr 4. parti um Ukraina-kreppuna
Nýtast føroyskir smáspararar at stúra fyri Ukraina? Ofta verður sagt, at børsurin reagerar fyrst, tá vandi er fyri kríggi. Fyri føroyskar útflytarar hevur gongdin í russiska rublinum sjálvandi serligan áhuga í tí sambandi. Sverri Justinussen, íløguleiðari í Betri Banka, greiðir í Búskapi & Vinnu hesa vikuna frá, hvussu Ukraina-kreppan merkist á børsinum. Øll sendingin kann síggjast á Rás1 sunnukvøldið klokkan 19:30.

Brot úr 3. parti um KT-vinnuna
Sverri Justinussen, íløguleiðari hjá Betri Banka, greiðir frá um kursgongdina hjá Meta, sum er eigari av Facebook. Roknskapurin, sum felagið herfyri almannakunngjørdi, hevur loypt hvøkk á íleggjararnar, tí reaktiónin á børsinum var kontant, og virði á partabrævinum fall við einum fjórðingi.