Champions League byrjar aftur og broytingar hjá Viaplay

Viaplay hevur broytt teirra úrval og gjørt nýggjan Viaplay Premium-pakka, sum hevur nøkur rættindi til ítrótt, ið bara síggjast í nýggja pakkanum og nýggju rásini, Viaplay Sport News.

Kundar hjá Televarpinum hava atgongd til Viaplay Total, og tí merkir hetta, at kundar hjá Televarpinum síggja ein dyst færri hvønn Champions League-dag (týsdag, mikudag og hósdag) .

Viaplay hevur boðað frá, at toppdystirnir í Champions League verða vístir á TV3+ og Viaplay Total. Teir dystir, sum verða vístir á Viaplay Sport News, eru hvørki ’toppdystir’ ella ’botndystir’. Tí verður tað ongantíð dagsins toppdystur, sum verður vístur á Viaplay Sport News.

Aðrar broytingar
Hesar broytingar hjá Viaplay hava eisini gjørt, at ymiskt tilfar er flutt úr Viaplay Total til Viaplay Premium. Millum annað sæst NordicBet-deildin (næstbesta deildin í Danmark), Oddset Pokalen og hæddarpunkt frá dystum ikki longur á Viaplay Total, men bert á Viaplay Premium.

Umframt hetta hevur Viaplay eisini selt ein Premier League dyst hvørt umfar til Amazon Prime. Hetta er dysturin, sum verður spældur leygardag klokkan 12:30.

Champions League í viku 38
Hesir dystir síggjast IKKI við Viaplay Total í hesari vikuni (vika 38):


HALD

Her er alt fyri øll og sindur afturat. Vel haldið, sum hóskar til tín, og avgerð, um tú vilt síggja Televarpið gjøgnum antennu ella IPTV. Les meira um IPTV undir haldunum.

{{ plan.title }}
{{ plan.subtitle }}.
{{ plan.price }} kr/mðn.
{{ plan.number_of_channels }} rásir

App/netvarpsrásir

IPTV

Allar rásir í sjónvarpinum
HD myndagóðska
Aftur í tíð
Byrja umaftur
Steðga og byrja aftur
{{selectedPlan}} + IPTV

0
kr/mðn.

BÍLEGG TELEVARPIÐ

Gev gætur! Tú hevur valt Televarpið sum IPTV. Tá er neyðugt, at tú tekur hædd fyri, at tú hevur eitt 30Mbit breiðbandshald ella hægri, at ein internetkaðal verður lagdur millum WiFi-beinara og IPTV-boks fyri at tryggja 100% samband, at tú hevur ein beinara av rætta slagnum, sum er annaðhvørt FRITZ!Box 7581, Technicolor TG789vac, Technicolor TG789vac v2 ella Technicolor TH789vn v3.

Vit seta okkum í samband við teg skjótast gjørligt, tá tú hevur bílagt.