Conference League í Televarpinum

8. jul. 2023 | Tíðindi

Í summar er nógvur føroyskur fótbóltur at síggja í Televarpinum. KÍ, HB, B36 og Víkingur skulu aftur í ár royna seg í Evropa. HB, B36 og Víkingur skulu spæla í UEFA Conference League, meðan KÍ skal spæla í Champions League.

Fyrsta umfar í Conference League byrjar 12. juli, tá B36 fær vitjan av Paide úr Estlandi. Dagin eftir, 13. juli, spælir HB á Tórsvølli ímóti Derry City. Víkingur er á útivølli 13. juli – teir spæla móti Inter Escaldes úr Andorra. Allir dystirnir verða vístir beinleiðis í Televarpinum.

Vikuna eftir eru seinnu dystirnir í fyrsta umfari. Teir verða eisini vístir beinleiðis í Televarpinum.