Viðgerð av persónupplýsingum

Televarpið PF (hereftir TV) savnar inn og viðger persónupplýsingar gjøgnum okkara tænastur. Í tí sambandi halda vit galdandi lóggávu, undir hesum nýggju Dátuverndarlógina galdandi frá 1. januar 2021. Her hava vit savnað kunning um, hvussu vit liva upp til lóggávuna.

Dátuábyrgdari
Tá vit viðgera persónupplýsingar kunnu vit hava tveir leiklutir. Vit kunnu vera dátuábyrgdari ella dátuviðgeri.
TV er sum oftast dátuábyrgdari, sum merkir, at vit hava tí yvirskipaðu ábyrgdina av bert at viðgera tær persónupplýsingar, sum eru neyðugar fyri, at vit kunnu veita vørur og tænastur til okkara kundar.
At vit eru dátuábyrgdari merkir eisini, at tað eru vit sum standa til svars fyri, at persónupplýsingar verða viðgjørdir á ein tryggan hátt, at tann skrásetti kann fáa innlit í tær viðgjørdu persónupplýsingarnar og at persónupplýsingar verða strikaðar, tá tær ikki eru neyðugar fyri, at vit kunnu veita vøruna ella tænastuna.

Okkara viðger av persónupplýsingum og harvið okkara leiklutur sum dátuábyrgdari, er lýstur meira nágreiniliga í okkara privatlívspolitikki.

Dátuviðgeri
Í einstøkum førum er TV dátuviðgeri. Tað eru vit t.d. tá tað snýr seg um sølu til eigarafeløg, har persónupplýsingar um endabrúkaran verða lætnir TV.

Lutabýti millum ávikavist dátuábyrgdara og dátuviðgera

Ein dátuábyrgdari avger:

  • Hvørjar persónupplýsingar skulu viðgerast
  • Hvat rættargrundarlag viðgerðin skal grundast á
  • Hvat endamál viðgerðin hevur
  • Hvørjar persónar upplýsingarnar snúgva seg um
  • Hvør skal móttaka upplýsingarnar
  • Hvørt um áheitanir frá skrásetta viðvíkjandi rættindum verða gingnar á møti og í hvønn mun
  • Hvussu leingi upplýsingarnar skulu goymast
  • Hvørjir triðjapartar kunnu fáa atgongd til persónupplýsingarnar

Ein dátuviðgeri avger:

  • Hvørjar kt-skipanir ella hættir verða brúktir í viðgerðini av persónupplýsingum
  • Hvussu og hvar persónupplýsingarnar verða goymdir
  • Hvørji tøknilig og bygnaðarlig trygdartiltøk skulu setast í verk
  • Hvussu persónupplýsingar verða savnaðir inn
  • Hvussu persónupplýsingar verða sendir víðari til triðjapartar
  • Hvørjar mannagongdir skulu gjøgnumgangast fyri at strika persónupplýsingarnar innan freistina
  • Hvussu undirdátuviðgerar skulu góðskuskoðast

Tíni rættindi
Dátuverndarlógin gevur tær nøkur rættindi í mun til persónupplýsingar, sum vit hava um teg. Hesi rættindi fevna m.a. um:

  • Rættin at fáa innlit í tínar persónupplýsingar
  • Rættin av fáa kunning um viðgerðina av tínum persónupplýsingum
  • Rættin til at fáa skeivar persónupplýsingar rættaðar
  • Rættin til at fáa sínar persónupplýsingar strikaðar
  • Rættin til at mótmæla at persónupplýsingar verða brúktar til beinleiðis marknaðarføring
  • Rættin til at mótmæla automatiskum individuellum avgerðum, undir hesum profilering
  • Rættin til at flyta tínar persónupplýsingar

Áheitan um innlit og onnur rættindi
Ynskir tú at gera brúk av omanfyristandandi rættindum, skalt tú útfylla eitt oyðublað og senda okkum hetta.
Allar áheitanir hava eina viðgerðartíð á upp til 30 dagar.
Áheitanir um innlit og áheitanir viðvíkjandi øðrum rættindum skulu sendast til dpo@ft.fo.

Tá søkt verður um innlit, verður samleikaprógv kravt umframt váttan frá løgfrøðiliga eigaranum, um tú t.d. ert í starvi hjá kunda hjá TV, um at tú ert brúkari av haldinum. Ert tú í starvi hjá kunda hjá TV, skal áheitanin tí eisini váttast av løgfrøðiliga eigaranum av haldinum.

Ynskir tú at søkja um innlit vegna ein annan persón, so krevst fulltrú frá tí skrásetta.

Veitarar og samstarvsfelagar
Vit viðgera upplýsingar um einstakar persónar, tá hesir umboða okkara veitarar og samstarvsfelagar og viðgerðin tekur støði í okkara heimilaða áhugamáli í at fáa nýggjar samstarvsfelagar, vinna nýggjar marknaðir og at liva upp til sáttmálakrøv.

TV hevur tilnevnt dátuverndarfólk
Hevur tú spurningar til handfaringina av persónupplýsingum á TV ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkara dátuverndarfólk, Símun Skaalum á dpo@ft.fo.