
Dómaraeygað: Nýggjur táttur í Televarpinum
25. mai. 2023 | Betri deildinNú verða dómaraavgerðirnar í føroyskum fótbólti greinaðar í nýggjum tátti á Televarpinum
Í annaðkvøld, fríggjakvøldið klokkan 20.30, verður fótbóltssending á Televarpinum við nýggjum tátti, ið eitur “Dómaraeygað”. Í hesum táttinum verða dómaraavgerðir viðgjørdar.
Gestur er Lassin Isaksen. Hann hevur verið dómaraleiðari í Fótbóltssambandinum síðani 2007. Hann kemur í studio at greina dómarastøður í føroyskum fótbólti. Endamálið er at lyfta dómarakjakið á eitt hægri stig.
Hesa ferð verður millum annað hugt nærri at nøkrum brotssparksstøðum. Í onkrum førum verður dømt brotsspark, meðan tað í øðrum førum ikki verður peikað á brotssparksblettin. Eisini verða aðrar støður viðgjørdar.
Í sendingini verður eisini tosað við Eyðun Klakstein, U21-landsliðsvenjara. Televarpið fer at ger nógv burturúr, tá U21-landsliðið skal spæla móti Andorra í Klaksvík fríggjakvøldið 16. juni. Eyðun Klakstein hyggur eisini nærri at Betri deildini hjá monnum.
Fótbóltssendingin verður á Rás1 fríggjakvøldið klokkan 20.30.