EB/Streymur vann í Vági

22. mar. 2025 | Betri deildin - menn

Menn: EB/Streymur vann sær fyrsta sigurin í ársins landskapping, tá teir í dag vunnu 2-0 á FC Suðuroy í Vági.

Gestirnir vóru á odda 1-0 í hálvleikinum. Hunter Boaz Bell var óheppin, tí hann gjørdi sjálvmál, tá ið hálvur tími var spældur.

Tá 70. minuttir vóru spældir økti Virgar Jónsson til 2-0 fyri EB/Streym.

FC Suðuroy – EB/Streymur 0-2
Leygardagin 22. mars
á Eiðinum, Vágur