Fylg við føroyskum fótbólti í Televarpinum

28. feb. 2023 | Betri deildin

Televarpið sendir meira enn 200 fótbóltsdystir við føroyskari luttøku. Fleiri sendingar um føroyskan fótbólt koma eisini á skránna. Prísurin fyri ‘pay pr. view’ hækkar upp í sama prís sum atgongumerkið fyri dystirnar.

Leygardagin 4. mars byrjar fótbóltsárið av álvara aftur, tá ið 1. umfar í Betri deildini við monnum er á skránni. Televarpið er við frá fyrsta bríksli og fer aftur í ár at vísa allar 135 dystirnar í kappingini. Televarpið hevur sett sær fyri, at fleiri dystir í Betri deildini við kvinnum skulu vísast. Hetta fer at síggjast aftur í skránni, har talið á kvinnudystum økist. 

Umframt heimligu kappingina fer Televarpið aftur í ár at vísa dystir hjá A-landsliðnum hjá kvinnum, U-21 landsliðnum hjá monnum, og fylgt verður eisini við feløgunum, sum fara út í Evropa at umboða Føroyar. Í fjør vísti Televarpið tilsamans 202 fótbóltsdystir við føroyskari luttøku. Televarpið fer í ár at framleiða fleiri fótbóltssendingar, og hyggjarin kann gleða seg til upptaktir, greiningar og kjak um føroyskan fótbólt. 

Príshækking fyri ‘pay pr. view’
Televarpið hevur fingið fleiri áheitanir frá feløgum í Betri deildini við monnum um, at dystirnir, sum verða seldir í leysasølu, ‘pay pr. view,’ ikki skulu kosta minni, enn atgongumerkið til sjálvan dystin kostar. Tí hækkar prísurin fyri hvønn einstakan dyst upp í 100 krónur, sum er sami prísur, ið verður tikin fyri atgongumerkið.

Televarpið sær seg sum viðspælara hjá feløgunum og vil vera við til at økja um áhugan fyri føroyskum fótbólti. Príshækkingin fyri leysasølu ávirkar ikki kundar, sum hava fast hald hjá Televarpinum.

Mynd: FSF