HB er steypavinnari

2. nov. 2024 | Betri deildin - menn

Samandráttur: B36 og HB spældu eina sera spennandi finalu um Løgmanssteypið. Dysturin endaði við 2-2 javnleiki, og so var neyðugt við brotsspørkum. HB brendi eitt, meðan B36 brendi tvær ferðir. HB-málverjin, Teitur Matras Gestsson hevði eina sera góða bjarging, og tað var eisini hann sum liðskipari, ið lyftið steypið. Hetta er 30. ferð, at HB vinnur steypakappingina hjá monnum.

B36 – HB 2-2 (5-6 eftir brotsspørk)
Leygardagin 02. november
Tórsvøllur