
Summar 2026
Gleð teg til HM í fótbólti
11. juni – 19. juli
Heilt stóra kappingin í summar er HM í fótbólti. Ein heilur mánaði við nógvum fótbólti, har heimsins bestu spælarar kappast. Fyrsti dystur er millum Meksiko og Suður Afrika.
Við Televarpinum hevur tú eina rúgvu av møguleikum at fylgja HM í fótbólti.
Danska TV2 og DR deila allar dystirnar millum sín, sum síggjast á TV2, TV2 SportX, DR1 og DR2. Eisini ber til at síggja dystirnar á TV2 Play og DR TV.
Vilt tú heldur hoyra svensku frásøgumenninar tá Svøríki spælir, so kanst tú síggja allar dystirnar á SVT 1 og 2 ella á svenska TV4.
Norska NRK og íslendska RUV vísa eisini nógvar HM dystir.
Allar hesar rásir eru við í pakkunum hjá Televarpinum. Síggj hvørjar rásir eru í hvørjum pakka niðanfyri.
Síggj alla dystarætlanina her.

HALD
Her er alt fyri øll og sindur afturat. Vel haldið, sum hóskar til tín, og avgerð, um tú vilt síggja Televarpið gjøgnum antennu ella IPTV. Les meira um IPTV undir haldunum.

App/netvarpsrásir
IPTV
0 kr/mðn.
Tú fært Nordisk Film + við Stórapakka+. Fyri at skráseta teg sum brúkara, skalt tú fyrsta rita inn á sjálvgreiðsluna hjá Televarpinum – trýst her. Um tú ikki hevur brúkara til sjálvgreiðsluna, kanst tú stovna brúkara her.
Tá ið tú hevur ritað inn á sjálvgreiðsluna, finnur tú leinkið “Stovna NordiskFilm+ her” á forsíðuni. Tá ið tú hevur trýst á leinkið, verður tú biðin um at tryggja, at rætti teldupostur verður nýttur. At enda fært tú teldupost við leinki til skrásetingarsíðuna hjá NordiskFilm+.
Um tú frammanundan hevur brúkara á NordiskFilm+, er umráðandi, at tú tryggjar, at tú brúkar sama teldupost, tá ið tú stovnaði brúkaran.
Legg til merkis, um tú longu hevur eitt hald, heldur hetta hald sjálvvirkandi fram. Sum brúkari hevur tú sjálvur ábyrgd at umsita hetta.


Tú fært TV 2 Play Favorit + Sport við Stórapakka+. Fyri at skráseta teg sum brúkara hjá TV 2 Play, skalt tú fyrsta rita inn á sjálvgreiðsluna hjá Televarpinum – trýst her. Um tú ikki hevur brúkara til sjálvgreiðsluna, kanst tú stovna brúkara her.
Tá ið tú hevur ritað inn á sjálvgreiðsluna, finnur tú leinkið “Stovna TV 2 Play her” á forsíðuni. Tá ið tú hevur trýst á leinkið, verður tú biðin um at tryggja, at rætti teldupostur verður nýttur. At enda fært tú teldupost við leinki til skrásetingarsíðuna hjá TV 2 Play.
Um tú frammanundan hevur brúkara á TV 2 Play, er umráðandi, at tú tryggjar, at tú brúkar sama teldupost, tá ið tú stovnaði brúkaran á TV 2 Play.
Legg til merkis, um tú longu hevur TV 2 Play, heldur hetta hald sjálvvirkandi fram. Sum brúkari hevur tú sjálvur ábyrgd at umsita hetta.


Tað er skjótt og lætt at rita út av Televarpsappini og rita inn av nýggjum við sama ella øðrum brúkara. Fylg vegleiðingini í sjónbandinum: