KÍ er nú ógvuliga nær við at vinna føroyameistaraheitið

24. sept. 2025 | Betri deildin - menn

MENN:

KÍ vann í kvøld 3-0 á EB/Streymi í Hólmanum á Eiði. Støðan í hálvleikinum var 0-0. Í seinna hálvleiki skoraði Árni Frederiksberg tvey mál, og Filip Brattbakk skoraði eitt.

Sigurin hevur við sær, at KÍ kann blíva føroyameistari í komandi umfari, sum verður spælt sunnudagin. Tá møtir KÍ B68 á Toftum, og NSÍ skal spæla móti 07 Vestur í Sørvági. Vinnur KÍ sín dyst, og NSÍ ikki vinnur sín, so er KÍ Føroyameistari.

Televarpið fylgir væl við, og vit hava Heðin Arge á staðnum.

EB/Streymur – KÍ 0-3
Mikudagin 24. september
í Hólmanum, Eiði

Yvirskipað um farspor

Vit nýta farspor á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlar tekstfílur, ið verða goymdar á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðilig, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.