Samandráttur: KÍ vann oddadystin

25. sept. 2024 | Betri deildin - menn

MENN: KÍ syrgdi fyri, at eitt sindur av spenningi kom aftur í FM-stríðið, tá ið teir í kvøld vunnu 2-1 á Víkingi í Sarpugerði. Árni Frederiksberg legði KÍ á odda í fyrra hálvleiki, og í seinna hálvleiki økti Odmar Færø til 2-0. Sølvi Vatnhamar syrgdi fyri, at síðstu minuttirnir blivu spennandi, tá ið hann minkaði til 1-2 við brotssparki.

Víkingur – KÍ 1-2
Mikudagin 25. september
Sarpugerði, Norðragøta