
KUNNING
Sendistøðin á Stongini í Nólsoy
KUNNING
26. september 2023
Hósdagin 5. oktober verður Televarpssendarin á Stongini í Nólsoy tikin úr nýtslu. Fram til tá verður sendarin sløktur hvønn gerandisdag kl. 6-16. Tey, sum missa antennusignalið í hesum tíðarbili, kunnu leita rásirnar inn av nýggjum. Um hetta ikki eydnast, so er at kanna, um antennan vendir rættan veg. Sendistøðirnar, sum skulu brúkast í staðin fyri, eru Húsareyn, undir Varða, Nólsoy suður ella Støðlafjall. Til ber at lesa meira um hesar sendistøðir her.
Fá vegleiðing, hvussu tú leitar rásirnar inn av nýggjum her.
Sendistøðir
