
Løgmanssteypið: Samandráttir
22. mai. 2026 | Betri deildin - kvinnurKVINNUR: Nú er greitt hvørji lið eru í hálvfinlauni í kappingini um Løgmanssteypið hjá kvinnum. KÍ vann seg víðari úr fyrsta umfari mikukvøldið, tá bláu kvinnurnar vunnu 5-0 á Skála.
07 Vestur vann 2-0 á B36 í Gundadali. Sissal Haraldsen og Evelin skoraðu málini fyri 07 Vestur.
Við Løkin vann ein Víkingur ein tepran 1-0 sigur á NSÍ. Fríða Magnussen skoraði einasta málið í dystinum.
Seinasta liðið í hálvfinaluni er HB, sum eftir lutakast kom beinleiðis víðari til hálvfinalurnar.
Her eru hæddarpunktini frá fyrsat umfari í kappingini um Løgmanssteypið.
Skála – KÍ 0-5
Mikudagin 20. mai
undir Mýruhjalla, Skála
B36 – 07 Vestur 0-2
Hósdagin 21. mai
Gundadalur, Tórshavn
NSÍ – Víkingur 0-1
Hósdagin 21. mai
við Løkin, Runavík