
Lutakast um Løgmanssteypið í Televarpinum
29. mar. 2023 | Betri deildinSTEYPAKAPPING: Mánakvøldið verður beinleiðis lutakast í Televarpinum um, hvussu spælast skal í fyrsta umfari í kappingini um Løgmanssteypið.
Sekstan feløg eru í bollanum, tá ið Televarpið mánakvøldið 3. apríl sendir frá lutakastinum í kappingini um Løgmanssteypið. Sent verður beinleiðis á Rás1 kl. 20, sum er beint eftir dystin millum B36 og HB, sum verður vístur á somu rás.
Tað verður Eli Hentze, sum vann Løgmanssteypið við B71 í 1993, sum fer at taka kúlurnar úr bollanum og para feløgini í teimum átta dystunum, sum skulu spælast í fyrsta umfari.
Fyrsta umfar verður spælt leygardagin 22. apríl.
Televarpið sendir beinleiðis frá Løgmanssteypinum
Tilsamans skulu seytjan dystir spælast í kappingini um Løgmanssteypið, áðrenn vinnarin kann lyfta steypið á Tórsvølli 4. november.
Televarpið hevur gjørt avtalu við Fótbóltssamband Føroya um, at allir dystirnir verða vístir beinleiðis í Televarpinum.
Mynd: FSF