NSÍ, B36 og KÍ fara at kappast um FM

9. mar. 2023 | Betri deildin - kvinnur

KVINNUR: Tað tippar Sigtór Petersen, sum var gestur í sendingini ’45’ fyrr í ár. Hann og Heidi Lava Elgeirsdóttir góvu síni boð uppá hvussu komandi kappingarár fer at síggja út.

Leygardagin byrjar landskappingin við kvinnum. Hvør vinnur FM? Hvør vinnur steypakappingina? Fer Víkingur at klára seg uttan Jensu? Verður tað samba fótbóltur hjá B36?

Sigtór og Heidi svaraðu nøkrum av hesum spurningunum. Ella tey góvu í øllum føru teirra boð uppá hvussu komandi kappingarár fer at síggja út.

U-15 landsliðsvenjarin hjá gentum, Sigtór, tippaði at NSÍ, B36 og KÍ fara at kappast um FM. Sigtór væntar nógv av B36 í ár, tí hann tippaði B36 at gerast steypavinnara – umframt at hann tippaði nýggja unga spælarin hjá B36, Brá Zachariasardóttir, at gerast ársins stjørnuskot.

Heidi hevði eisini nøkur góð boð. Hon tippaði, at TB/FCS/Royn fór at fáa sítt fyrsta stig í ár, og at HB endar uttanfyri topp trý. Eisini tippar Heidi, at vit fáa ein nýggjan toppskjútta í ár. Ein onnur Heidi, Heidi Sevdal, hevur annars verið toppskjútti í Betri Deildini seinastu tvey árini.

Sendingin varð send áðrenn HB hevði sett venjara, áðrenn Rebekka Benbakoura skifti til KÍ og áðrenn Jens Tórolvsdóttir skifti úr Víkingi til FC Thy.

Niðanfyri er brot frá sendingini, har Heidi og Sigtór tippa.