NSÍ er steypavinnari

5. okt. 2024 | Betri deildin - menn

Hæddarpunkt: NSÍ vann aftur í ár steypakappingina hjá kvinnum. NSÍ vann 4-1 á Víkingi. Víkingur hevði stórar møguleikar tíðliga í fyrra hálvleiki, men so tók NSÍ yvir. Fyrst skoraði Heidi Sevdal tvær ferðir, og stutt fyri hálvleik økti Helga Mikkelsen til hálvleiksstøðuna 3-0. Tá seinni hálvleikur var 10. minuttir gamal skoraði Heidi Sevdal aftur, og hon fekk sostatt hatrikk. Tíggju minuttir fyri leiklok minkað Hanna Isaksen Højgaard til 1-4 fyri Víking, sum eisini bleiv endaliga úrslitið.

Víkingur – NSÍ 1-4
Leygardagin 05. oktober
Tórsvøllur, Tórshavn