Nýggj UEFA C útbúgving sett á skrá

12. jan. 2024 | Tíðindi

Fótbóltssambandið hevur seinastu tíðina arbeitt við at menna eina nýggja UEFA C licens venjaraútbúgving í trá við krøvini í UEFA Coaching Convention. Hetta arbeiðið er nú komið somikið langt, at C útbúgvingin hjá FSF er blivin góðkend av UEFA, og tí fer Fótbóltssambandið fyri fyrstu ferð bjóða út nýggju C1 og C2 skeiðini í 2024.

Sí samrøðu niðanfyri, har Pætur Clementsen, tekniskur stjóri í FSF, greiðir frá nýggju útbúgvingini.

Samrøða við Pætur Clementsen