Einki ljóð á Netvarpinum
Ofta settir spurningar1. Kanna ljóðstillingar á telduni:
- Tryggja tær, at ljóðið ikki er sløkt á telduni.
- Royn um ljóðið virkar í øðrum forritum (t.d. YouTube).
- Trýst á hátalaran niðast á høgru
síðu á skerminum og justera ljóðstyrkina.
- Høgraklikk á hátalaran > Opna Ljóðmiksara > Tryggja, at ljóðið ikki er sløkt í kagaranum, tú brúkar til at síggja Netvarpið. t.d. Google Chrome, Michrosoft Edge
2. Kanna ljóðútgang
- Høgraklikk á hátalaran > Ljóðstillingar/Sound settings.
- Vel rætta ljóðútgangin (t.d. Speaker, Headsett).
- Um tú brúkar Bluetooth-høgtalarar ella -hoyrnartól, royn at forbinda tey av nýggjum.
3. Kanna ljóðstillingar á Netvrpinum
- Spæl eitt videobrot á Netvarpinum, og tryggja tær at 🔊 ikki er sløkt. Sí mynd niðanfyri:
