Hví stendur "Ingen adgang - Ingen kort" á sjónvarpsskíggjanum?

Ofta settir spurningar

Kanna fyrst, um haldarakortið situr í móttakaranum, og um tað situr rætt í. Í flestu móttakarum skal kortið venda við baksíðuni upp (á baksíðuni er strikukota og kortnummar) og endin við flísuni fyrst inn.

Í onkrum føri krevst ávís kortseria til móttakaran, t.d. um móttakarin er av slagnum Digiality T-2001 CX. Ring til Televarpið á tel 340340 fyri at fáa nærri kunning hesum viðvíkjandi.

Um kortið situr í einum CA-moduli í flatskíggjanum, skal chippið venda móti forsíðuni á modulinum, soleiðis at strikukotan á tv-kortinum og modulinum eru á somu síðu. Strikukotan vendir inn móti skerminum og chippið móti vegginum.

Í ávísum førum kunnu vera trupulleikar at fáa uppdaterað kortið í einum CA-moduli ella at fáa tað at virka saman við sjónvarpinum. Um so er, ber til at fáa staðfest við t.d. at seta kortið í ein annan mótakara.

Hjálp

Antenna
IPTV
App og netvarp
Betri deildin
Viaplay
TV 2 Play
Nordisk Film +
Annað
Vegleiðingar
{{ hit.title }}