Hvussu fái eg Nordisk Film + ?
Ofta settir spurningarTú fært Nordisk Film + við Stórapakka+. Fyri at skráseta teg sum brúkara, skalt tú fyrsta rita inn á sjálvgreiðsluna hjá Televarpinum – trýst her. Um tú ikki hevur brúkara til sjálvgreiðsluna, kanst tú stovna brúkara her.
Tá ið tú hevur ritað inn á sjálvgreiðsluna, finnur tú leinkið “Stovna NordiskFilm+ her” á forsíðuni. Tá ið tú hevur trýst á leinkið, verður tú biðin um at tryggja, at rætti teldupostur verður nýttur. At enda fært tú teldupost við leinki til skrásetingarsíðuna hjá NordiskFilm+.
Um tú frammanundan hevur brúkara á NordiskFilm+, er umráðandi, at tú tryggjar, at tú brúkar sama teldupost, tá ið tú stovnaði brúkaran.
Legg til merkis, um tú longu hevur eitt hald, heldur hetta hald sjálvvirkandi fram. Sum brúkari hevur tú sjálvur ábyrgd at umsita hetta.

