Hvussu skráseti eg brúkara til sjálvgreiðsluna?

Ofta settir spurningar

Áðrenn tú fert í holt við at upprætta brúkara á Sjálvgreiðsluni, skalt tú fyrst hava hendur á kortnummarinum, sum er á Televarpskortinum.
Fyri at kunna stovna brúkara á Sjálvgreiðsluni og harvið fáa atgongd til Televarpsappina og netvarpið á tv.fo skalt tú brúka kortnummarið, ið er at finna á kortinum.

Á Verimatrix-korti finnur tú kortnummarið framman á kortinum.

Á Conax-korti finnur tú nummarið á baksíðuni.

Far til hesa leinkju, tá tú hevur funnið kortnummarið. Har tøppar tú kortnummarið inn saman við telduposti og fartelefonnummari, umframt at tú velur tær eitt loyniorð.

Hjálp

Antenna
IPTV
App og netvarp
Viaplay
TV 2 Play
Nordisk Film +
Annað
{{ hit.title }}