
Samandráttir, Betri deildin kvinnur
7. sept. 2025 | Betri deildin - kvinnurKvinnur: Oddadysturin millum NSÍ og KÍ endaði við 2-2 javnleiki. Støðan í hálvleikinun var 0-0. Tá ið seinni hálvleikur var tíggju minuttir gamal legði Brá Zakariasardóttir NSÍ á odda 1-0. Tað gingu bara góðir átta minuttir so svaraði KÍ aftur við máli frá Sólju Ernstsdóttir. Tá ið 12 minuttir vóru eftir av dystinum tók NSÍ aftur leiðsluna við máli frá Heidi Sevdal. Tað eydnaðist KÍ at vinna sær eitt stig, tí stutt fyri leiklok javnaði Durita Hummeland fyri KÍ til 2-2.
Víkingur vann 3-1 á HB í Gundadali. Støðan í hálvleikinum var 1-0 til Víking. Sára Vang Justinussen, Hanna Isaksen Højgaard og Arnborg Lervig skutu málini hjá Víkingi. Málið hjá HB skoraði Fridrikka Clementsen.
HB – Víkingur 1-3
Sunnudagin 07. september
Gundadalur, Tórshavn
NSÍ – KÍ 2-2
Sunnudagin 07. september
við Løkin, Runavík
B36 – 07 Vestur 4-2
Sunnudagin 07. september
Gundadalur, Tórshavn
Skála – FC Hoyvík (tøkt seinni)
Sunnudagin 07. september
undir Mýruhjalla, Skála