
Samandráttir, Betri deildin kvinnur
5. okt. 2025 | Betri deildin - kvinnurKvinnur: KÍ tók stórt fet móti at vinna FM, tá ið tær í kvøld vunnu 2-0 á Víkingi. Bara eitt umfar er eftir av Betri deildini hjá kvinnum. KÍ er trý stig framman fyri NSÍ, og tær bláu hava eisini munandi betri málmun.
Hóast HB tók leiðsluna, so megnaði NSÍ at vinna 2-1 á HB. Heidi Sevdal og Brá Zakariasardóttir skoraðu málini fyri NSÍ. Málið hjá HB skeyt Lý Gray Djurhuus
NSÍ – HB 2-1
Sunnudagin 05. oktober
við Løkin, Runavík
Víkingur – KÍ 0-2
Sunnudagin 05. oktober
í Sarpugerði, Norðragøta
B36 – Skála (tøkt seinni)
Sunnudagin 05. oktober
Gundadalur, Tórshavn
FC Hoyvík – 07 Vestur (tøkt seinni)
Sunnudagin 05. oktober
Hoyvíksvøllur, Hoyvík