Samandráttir frá 1. umfari

10. mar. 2024 | Betri deildin - menn

MENN: Páll Klettskarð skoraði fýra ferðir í 6-0 stórsigrinum hjá KÍ á ÍF.

Víkingur fekk eisini góða byrjan, tá mál frá Finni Justinussen og Sølva Vatnhamar tryggjaðu teimum 2-0 sigur á 07 Vestur í Sørvági.

B36 spældi góðan fótbólt á Svangaskarði, og fór eisini heim aftur við sannførandi 3-0 sigri.

Áki Samuelsen skoraði tvær ferðir í 3-2 sigrinum hjá HB á NSÍ, har Klæmint A. Olsen og Petur Knudsen komu á máltalvuna fyri gestirnar.

Skála er komið væl aftur í bestu deildina. Skálamenn vunnu sannførandi 3-0 sigur á EB/Streymi.

07 Vestur – Víkingur 0-2
Leygardagin 09. mars
á Dungasandi, Sørvágur

KÍ – ÍF 6-0
Sunnudagin 10. mars
við Djúpumýru, Klaksvík

B68 – B36 0-3
Sunnudagin 10. mars
Svangaskarð, Toftir

HB – NSÍ 3-2
Sunnudagin 10. mars
Gundadalur, Tórshavn

Skála – EB/Streymur 3-0
Sunnudagin 10. mars
undir Mýruhjalla, Skála

Yvirskipað um farspor

Vit nýta farspor á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlar tekstfílur, ið verða goymdar á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðilig, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.