
Samandráttir frá 1. umfari
1. sept. 2024 | Betri deildin - kvinnurKVINNUR: Víkingur og HB spældu 1-1 í fyrsta umfari í ovara endaspælinum. Rebekka Benbakoura legði HB á odda 1-0 í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki svaraði Eydna Olsen Dalheim aftur fyri Víking við at javna til 1-1, sum eisini bleiv endaliga úrslitið.
NSÍ vann 2-1 á útivølli móti KÍ, og er nú á odda í ovara endaspælinum.
Í niðara endaspælinum vann B36 sannførandi á TB/FCS/Royn. Støðan var 1-0 í steðginum, men í seinna hálvleiki setti B36 ferðina upp, og vann 5-0.
Skála vann triðja sigurin á rað, tá tær vunnu 5-2 á FC Hoyvík. Sára Benjaminsen skoraði hattrikk.
KÍ – NSÍ 1-2
Leygardagin 31. august
við Djúpumýru, Klaksvík
Víkingur – HB 1-1
Sunnudagin 01. september
Sarpugerði, Norðragøta
B36 – TB/FCS/Royn 5-0
Sunnudagin 1. september
Gundadalur, Tórshavn
FC Hoyvík – Skála 2-5
Sunnudagin 01. september
Hoyvíksvøllur, Hoyvík