
Samandráttir frá 1. umfari
7. mar. 2025 | Betri deildin - mennMENN: Uppflytarin, TB, fekk eina frálíka byrjan í ársins landskapping. TB spældi 1-1 javnleik ímóti Víkingi. Víkingur kom á odda 1-0 í seinna hálvleiki við máli frá Jákupi Johansen, men tá ið 73. minuttir vóru farnir javnaði Samudeen Musah við brotssparki.
Brandur H. Olsen skoraði sigursmálið við sera góðum frísparki í dysti, sum NSÍ vann 4-3 á B36. B36 var eitt skifti á odda 3-1.
KÍ vann 3-1 á 07 Vestur. Hálvleiksstøðan var 1-1. Páll Klettskarð skoraði tvær ferðir fyri KÍ og Deni Pavlovic skoraði eitt. Málið hjá 07 Vestur skoraði Casper Gedsted Hansen skoraði fyri 07 Vestur í fyrra hálvleiki.
Betri deildin í 2025 fekk eina undirhaldandi byrjan, tí í allarfyrsta dystinum millum HB og B68 komu heili fimm mál í einum sera spennandi dysti. HB var longu á odda 3-0, tá ið 38 minuttir vóru farnir, men B68 svaraði tvær ferðir aftur áðrenn hálvleikin. Bæði liðini høvdu málmøguleikar í seinna hálvleiki, men tað komu ikki fleiri mál, og tí vann HB fyrstu stigini í ársins landskapping.
HB – B68 3-2
Fríggjadagin 07. mars
Gundadalur, Tórshavn
TB – Víkingur 1-1
Sunnudagin 09. mars
við Stórá, Trongisvágur
NSÍ – B36 4-3
Sunnudagin 09. mars
við Margáir, Streymnes
KÍ – 07 Vestur 2-1
Sunnudagin 09. mars
við Djúpumýru, Klaksvík