Samandráttir frá 1. umfari

19. mar. 2025 | Betri deildin - menn

Kvinnur: NSÍ, HB, KÍ og 07 Vestur sigraðu í fyrsta umfari í Betri deildini.

Í Gundadali stóð eina løtu á hjá HB, tí tá tíggju minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki javnaði B36 til 1-1. HB svaraði tó aftur, og tær endaðu við at vinna 3-1.

Í Hoyvík vunnu føroyameistararnir úr NSÍ heili 18-0 á FC Hoyvík.

KÍ fekk sera góða byrjan, og við 5-1 sigri á Víkingi vístu tær, at vit skulu rokna við teimum í FM-stríðnum aftur í ár.

Við einum máli í hvørjum hálvleiki tryggjaði 07 Vestur sær øll trý stigini á Dungasandi í dysti móti Skála.

HB – B36 3-1
Mikukvøldið 19. mars
Gundadalur, Tórshavn

KÍ – Víkingur 5-1
Sunnudagin 19. mars
við Stórá, Trongisvágur

07 Vestur – Skála 2-0
Fríggjadagin 19. mars
á Dungasandi, Sørvágur