Samandráttir frá 10. umfari

16. mai. 2025 | Betri deildin - menn

MENN: NSÍ sendi øllum greið boð í Vági í dag um, at teir ætla sær at stríðast fyri FM-heitinum til tað allarsíðsta. NSÍ vann heili 7-1 á FC Suðuroy. Brandur H. Olsen skoraði tvey mál. Tað eina var ein sonn frísparksperla, sum er verd at síggja fleiri ferðir!

Við 1-1 javnleik hevur HB steðgað sigursrøðini hjá KÍ. KÍ var á odda 1-0 í hálvleikinum við máli frá Patriki Johannesen, men stutt fyri leiklok javnaði Sammy Skytte fyri HB.

07 Vestur vann ársins fyrsta sigur, og tað gjørdu teir sera sannførandi við 5-0 sigri á TB.

Víkingur stríddi seg til 2-1 sigur á EB/Streymi á Hólmanum á Eiði. EB/Streymur var á odda, men Víkingur svaraði aftur og vann sær trý stig.

B68 hevur nú fingið stig í trimum dystum á rað. Hesaferð vunnu toftamenn 2-1 á B36.

EB/Streymur – Víkingur 1-2
Fríggjadagin 16. mai
í Hólmanum, Eiði

07 Vestur – TB 5-0
Fríggjadagin 16. mai
á Dungasandi, Sørvágur

B68 – B36 2-1
Fríggjadagin 16. mai
Svangaskarð, Toftir

HB – KÍ 1-1
Fríggjadagin 16. mai
Gundadalur, Tórshavn

FC Suðuroy – NSÍ 1-7
Leygardagin 17. mai
á Eiðinum, Vágur