Samandráttir frá 10. umfari

25. mai. 2025 | Betri deildin - kvinnur

Kvinnur: KÍ vann sannførandi 5-2 sigur á Víkingi í Sarpugerði. KÍ hevur nú 24 stig. Tær eru trý stig aftanfyri NSÍ, sum er oddalið, við 27 stigum.

Í Runavík vann oddaliðið, NSÍ, heili 10-1 á FC Hoyvík.

HB vann grannauppgerðina móti B36, og eru tí framvegis við í FM stríðnum.

Undir Mýruhjalla spældu Skála og 07 Vestur javnleik. Dysturin endaði 1-1.

Víkingur – KÍ 2-5
Sunnudagin 25. mai
Gundadalur, Tórshavn

B36 – HB 0-6
Sunnudagin 25. mai
Gundadalur, Tórshavn

NSÍ – FC Hoyvík 10-1
Leygardagin 24. mai
við Løkin, Runavík

Skála – 07 Vestur 1-1
Leygardagin 24. mai
undir Mýruhjalla, Skála