Samandráttir frá 10. umfari

20. mai. 2023 | Betri deildin - menn

MENN KÍ vann ein tryggan sigur á 07 Vestur, og hevur nú vunnið 10 sigrar í 10 landskappingardystum. TB stóð ímóti í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki skrædnaði, og HB vann 5-0 á tvøramonnum. Hannes Agnarsson skoraði sigursmálið í 1-0 sigrinum hjá B36 á B68. Tað gongur framvegis illa hjá argjamonnum. Í dag tapti AB 0-4 fyri Víkingi. Við tveimum sera flottum málum frá Jákupi Hummeland og Gutta Dahl-Olsen vann EB/Sterymur 2-1 á ÍF. Her eru øll hæddarpunktini frá dystinum

EB/Streymur – ÍF 2-1
Leygardagin 20. mai
í Hólmanum, Eiði

HB – TB 4-0
Sunnudagin 21. mai
Gundadalur, Tórshavn

B68 – B36 0-1
Sunnudagin 21. mai
Svangaskarð, Toftir

07 Vestur – KÍ 0-3
Sunnudagin 21. mai
á Dungasandi, Sørvágur

AB – Víkingur 0-4
Sunnudagin 21 . mai
inni í Vika, Argir

Yvirskipað um farspor

Vit nýta farspor á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlar tekstfílur, ið verða goymdar á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðilig, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.