Samandráttir frá 11. umfari

29. jun. 2024 | Betri deildin - kvinnur

KVINNUR: Skála og FC Hoyvík spældu ein sera undirhaldandi dyst við nógvum málum og málmøguleikum. Partarnir fingu eitt stig í part í 2-2 javnleikinum.

NSÍ bjóðar av um FM-heitið. Í dag vunnu tær heili 6-1 á B36. NSÍ er trý stig aftanfyri oddaliðið, Víking.

Víkingur hevur beina kós móti FM-heitinum. Víkingur vann ein sera týdningarmiklan 1-0 sigur á KÍ við máli frá Jensu Tórolvsdóttir.

Víkingur – KÍ 1-0
Leygardagin 29. juni
Sarpugerði, Norðragøta

NSÍ – B36 6-1
Týsdagin 02. juli
við Løkin, Runavík

Skála – FC Hoyvík 2-2
Leygardagin 06. juli
undir Mýruhjalla, Skála

HB – TB/FCS/Royn (tøkt seinni)
Sunnudagin 28. juli
Tórsvøllur, Tórshavn