Samandráttir frá 11. umfari

24. mai. 2025 | Betri deildin - menn

MENN: HB setti NSÍ uppá pláss við Løkin í Runavík í dag. Gestirnir vunnu heili 4-1. Støðan í hálvleikinum var 1-0 til HB. Tapið hevur við sær, at NSÍ nú er fýra stig aftanfyri oddaliðið, KÍ.

Eitt hatrikk frá Poul Kallsberg tryggjaði Víkingi øll trý stigini. Víkingur vann í dag 3-1 á FC Suðuroy.

07 Vestur tykist at vera komið fyri seg. Í dag vunnu teir annan sigurin á rað. Vágamenn vunnu 3-1 á B68.

Við 5-0 sigri á TB í Trongisvági syrgdi KÍ fyri, at teir eisini eru á fyrsta plássi, nú ellivu umfør eru spæld. Árni Frederiksberg skoraði hatrikk, og David B. Andreasen skoraði tvey mál.

B36 og EB/Streymur spældu málleysan javnleik. EB/Streyms-framherjin, Boubacar Dabo svevur helst ikki væl í nátt, tí tvær ferðir hevði hann møguleika at leggja gestirnar á odda við brotssparki, men hann brendi báðar ferðir. Hannes Agnarsson bleiv útvístur, tá ið hálvur tími var farin av dystinum.

B36 – EB/Streymur 0-0
Leygardagin 24. mai
Gundadalur, Tórshavn

TB – KÍ 0-5
Sunnudagin 24. mai
við Stórá, Trongisvágur

NSÍ – HB 1-4
Sunnudagin 24. mai
við Løkin, Runavík

Víkingur – FC Suðuroy 3-1
Sunnudagin 24. mai
í Sarpugerði, Norðragøta

07 Vestur – B68 3-1
Sunnudagin 24. mai
á Dungasandi, Sørvágur