Samandráttir frá 11. umfari

9. jun. 2025 | Betri deildin - kvinnur

Kvinnur: Spenningurin er stórur í oddanum í Betri deildini. KÍ vann á NSÍ í oddadystinum við Løkin, og nú eru tey bæði feløgini jøvn á fyrsta og øðrum plássi við 27 stigum hvør. NSÍ hevur tó frægari málmun. KÍ var á odda 2-0 í hálvleikinum við málum frá Duritu Hummeland og Tóru Mohr. Í seinna hálvleiki minkaði Heidi Sevdal um munin fyri NSÍ, men tað bleiv ikki til meira enn tað fyri vespurnar, og tí vann KÍ 2-1.

Víkingur vann ein tryggan 6-0 sigur á B36 í Gundadali. Tær ljósabláu eru nummar fýra – trý stig aftanfyri HB.

FC Hoyvík vann fyri fyrstu ferð í ár, tá 07 Vestur var á vitjan í Hoyvík. Dysturin endaði 2-1.

Undir Mýruhjalla vann HB 6-0 á Skála. Dagsins leikari var Lisa Haraldsen, sum skoraði heili fimm mál.

NSÍ – KÍ 1-2
Mánadagin 09. juni
Gundadalur, Tórshavn

B36 – Víkingur 0-6
Mánadagin 09. juni
Gundadalur, Tórshavn

FC Hoyvík – 07 Vestur 2-1
Mánadagin 09. juni
Hoyvíksvøllur, Hoyvík

Skála – HB 0-6
Mánadagin 09. juni
undir Mýruhjalla, Skála

Yvirskipað um farspor

Vit nýta farspor á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlar tekstfílur, ið verða goymdar á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðilig, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.