Samandráttir frá 11. umfari

27. mai. 2026 | Betri deildin - menn

MENN: Allir favorittarnir vunnu sínar dystir í 11. umfari.

Oddaliðið úr Runavík vann ein tepran sigur á EB/Streymi. Petur Knudsen skoraði einasta málið í dystinum.

Tað var eisini tepurt hjá B36, sum vann 1-0 á 07 Vestur. Ungi framherjing, Tobias Hansen, skoraði fyri B36.

Í Klaksvík vann KÍ 2-1 á AB, sum trýsti heimaliðið seinastu løtuna.

Víkingur greiddi sína skyldu á heimavølli, tá Skála var á vitjan. Víkingarnir vunnu 2-1.

Seinasti dysturin í 11. umfari var á Svangaskarði, har B68 og HB spældu. Einasta málið í dystinum skoraði Dan í Soylu tíðliga í fyrra hálvleiki.

Her eru hæddarpunktini frá 11. umfari.

KÍ – AB 2-1
Mánadagin 25. mai
Djúpumýra, Klaksvík

B36 – 07 Vestur 1-0
Mánadagin 25. mai
Gundadalur, Tórshavn

B68 – HB 0-1
Týsdagin 26. mai
Svangaskarð, Toftir

EB/Streymur – NSÍ 0-1
Mánadagin 25. mai
Margáir, Streymnes

Víkingur – Skála 2-1
Mánadagin 25. mai
Sarpugerði, Norðagøta