Samandráttir frá 11. umfari

2. jun. 2026 | Betri deildin - menn

MENN: Á Toftum var stór málveitlsa í nógva mjørkanum í Svangaskarði, har B68 og B36 deildu stigini millum sín. Dysturin endaði 4-4.

Argjamenn halda fram við at yvirraska. Hesaferð gekk tað útyvir NSÍ, sum tapti 3-2 móti AB. Dánial Danielsen skoraði avgerandi málið í yvirtíðini.

KÍ vann á EB/Streymi á Norðoyastevnu, meðan HB og Víkingur spældu ein málleysan javnleik í Gundadali.

Skála vann botndystin undir Mýruhjallla 2-1. 07 Vestur er nú aftast í deildini.

Her eru hæddarpunktini frá 12. umfari.

KÍ – EB/Streymur 2-1
Leygardagin 30. mai
Djúpumýra, Klaksvík

HB – Víkingur 0-0
Leygardagin 30. mai
Gundadalur, Tórshavn

B68 – B36 4-4
Leygardagin 30. mai
Svangaskarð, Toftir

Skála – 07 Vestur 2-1
Fríggjadagin 29. mai
undir Mýruhjalla, Skála

AB – NSÍ 3-2
Leygardagin 30. mai
inni í Vika, Argir