Samandráttir frá 11. umfari

29. mai. 2023 | Betri deildin - menn

MENN KÍ staðfesti sína oddastøðu við at vinna heili 7-1 á ÍF. B68 vann sær við 1-1 javnleiki eitt stig í Sarpugerði, har teir vitjaðu Víking. TB helt 07 Vestur frá fatinum í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki bragdaði hjá vágamonnum, sum vunnu 2-0. AB spældi væl ímóti B36 í Gundadali, og argjamenn høvdu uppiborið at fingið meira, men tað var B36, ið vann øll trý stigini við 2-1 sigri. Í Gundadali vann HB stórsigur á einum skerdum EB/Streyms-liði. Adrian Justinussen skoraði hatrikk í 6-1 sigrinum hjá HB-

Víkingur – B68 1-1
Mánadagin 29. mai
í Sarpugerði, Norðragøta

07 Vestur – TB 2-0
Mánadagin 29. mai
á Dungasandi, Sørvágur

ÍF – KÍ 1-7
Mánadagin 29. mai
í Fløtugerði, Fuglafjørður

B36 – AB 2-1
Mánadagin 29. mai
Gundadalur, Tórshavn

HB – EB/Streymur 6-1
Mánadagin 29 . mai
Gundadalur, Tórshavn