Samandráttir frá 13. umfari

6. jun. 2023 | Betri deildin - menn

MENN Brian Jakobsen og Dánjal Danielsen skoraðu málini, tá eitt hamskift AB lið vann 2-0 á ÍF. 07 Vestur nærkast av álvara fjórða plássinum í Betri deildini. Vágamenn vunnu 3-2 á Víkingi í hendingaríkum dysti. TB gav KÍ skarpan gang, men fjúrtanda dystin á rað fóru klaksvíkingar av vølli við trimum stigum. Andras Olsen og Rógvi Egilstoft skoraðu í 2-0 sigrinum hjá EB/Streymi á B68.

07 Vestur – Víkingur 3-2
Leygardagin 10. juni
á Dungasandi, Sørvágur

KÍ – TB 1-0
Leygardagin 10. juni
við Djúpumýru, Klaksvík

EB/Streymur – B68 2-0
Leygardagin 10. juni
í Hólmanum, Eiði

HB – B36 1-0
Leygardagin 10. juni
Gundadalur, Tórshavn

AB – ÍF 2-0
Sunnudagin 11. juni
inni í Vika, Argir

Yvirskipað um farspor

Vit nýta farspor á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlar tekstfílur, ið verða goymdar á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðilig, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.