Samandráttir frá 14. umfari

4. aug. 2024 | Betri deildin - kvinnur

KVINNUR: Heidi Sevdal skoraði hatrikk og saman við liðfeløgum sínum í NSÍ settu tær oddaliðið, Víking, uppá pláss við 5-2 sigri. Úrslitið hevur við sær, at tað nú aftur er veruligur spenningur um oddasessin.

KÍ greiddi sína skyldu, tá tær vunnu ein tryggan 6-0 sigur á útivølli móti TB/FCS/Royn. Tóra Mohr skoraði hattrikk.

Mest óvæntaða úrslitið í 14. umfari var í Gundadali, har Skála vann 1-0 á B36. Hetta er annar sigurin á rað hjá skálakvinnum.

HB vann sannførandi á FC Hoyvík. Rebekka Benbakoura kom á vøllin í seinna hálvleiki og skoraði hattrikk.

Hetta var seinasta umfar í grundspælinum hjá kvinnum. Nú verður farið til endaspælið, har Víkingur, NSÍ, KÍ og HB kappast í ovara bólkinum, meðan B36, Skála, TB/FCS/Royn og FC Hoyvík kappast í niðara bólkinum.

NSÍ – Víkingur 5-2
Sunnudagin 18. august
við Løkin, Runavík

B36 – Skála 0-1
Sunnudagin 18. august
Gundadalur, Tórshavn

TB/FCS/Royn – KÍ 0-6
Sunnudagin 18. august
á Eiðinum, Vágur

FC Hoyvík – HB 0-7
Sunnudagin 18. august
Hoyvíksvøllur, Hoyvík