Samandráttir frá 12. umfari

15. jun. 2025 | Betri deildin - kvinnur

Kvinnur: Við stórsigri í Sarpugerði varðveitti NSÍ oddasessin í Betrideildini. NSÍ vann 6-2 á Víkingi. Hálvleiksstøðan var 2-0 til NSÍ. Julia Naomi Mortensen skoraði hatrikk í dystinum.

KÍ eltir tó vespurnar úr Runavík, og við einum 13-0 sigri á Skála, eru tær javnar við NSÍ í stigum, men NSÍ hevur betri málúrtøku.

Í Gundadali vann HB ein tryggan sigur á FC Hoyvík.

07 Vestur og B36 spældu málleysan javnleik á Dungasandi.

Víkingur – NSÍ 2-6
Sunnudagin 15. juni
í Sarpugerði, Norðragøta

HB – FC Hoyvík 5-0
Sunnudagin 15. juni
Gundadalur, Tórshavn

07 Vestur – B36 0-0
Sunnudagin 15. juni
á Dungasandi, Sørvágur

KÍ – Skála 13-0
Sunnudagin 16. juni
á Djúpumýru, Klaksvík