Samandráttir frá 13. umfari

14. jun. 2025 | Betri deildin - menn

MENN: NSÍ var tvær ferðir á odda móti B36 í Gundadali, men báðar ferðir svaraði B36 aftur. NSÍ og B36 fingu eitt stig hvør fyri javnleikin, har Michal Danian Przybylski og Steffan Løkin skoraðu fyri gestirnar. Málini hjá B36 skoraðu Bergur Poulsen og Pætur Petersen.

KÍ koyrir á við fullari ferð. Hesaferð vunnu teir bláu úr Klaksvík 4-0 á 07 Vestur í Sørvági. Páll Klettskarð (2), Árni Frederiksberg og Mads Boe Mikkelsen skoraðu málini.

Víkingur vann 3-0 á TB við Stórá. Við sigrinum lyfti Víkingur seg upp á fjórða pláss í Betri deildini. Sølvi Vatnhamar, Jørgen Nielsen og Stefan Radosavljevic skoraðu málini.

Hóast FC Suðuroy eitt skifti í seinna hálvleiki var á odda 1-0, eydnaðist tað EB/Streymi at tryggja sær øll trý stigini við 2-1 sigri. Hunter Boaz Bell legði FC Suðuroy á odda, tá ið 70 minuttir vóru farnir. Virgar Jónsson javnaði, tá ið 84 minuttir vóru farnir. Sigursmálið kom í 90. minutti, og tað var sjálvmál. EB/Streymur hevur nú 20 stig, sum er sama stigatal sum Víkingur og B36 hava.

HB, sum møtti B68 í Fuglafirði, fór aftur til Havnar við einum trivaligum 4-1 sigri. HB var á odda 2-1 í hálvleikinum. Emil Pedersen (2), Ási Dam og Dan í Soylu skoraðu fyri HB. Aron Reinert Hansen skoraði fyri B68, tá ið hann í fyrra hálvleiki javnaði til 1-1.

07 Vestur – KÍ 0-4
Leygardagin 14. juni
á Dungasandi, Sørvágur

TB – Víkingur 0-3
Leygardagin 14. juni
við Stórá, Trongisvágur

B68 – HB 1-4
Leygardagin 14. juni
Svangaskarð, Toftir

EB/Streymur – FC Suðuroy 2-1
Leygardagin 14. juni
í Hólmanum, Eiði

B36 – NSÍ 2-2
Sunnudagin 15. juni
Gundadalur, Tórshavn

Yvirskipað um farspor

Vit nýta farspor á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlar tekstfílur, ið verða goymdar á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðilig, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.