
Samandráttir frá 14. umfari
21. jun. 2025 | Betri deildin - mennMENN: Hóast B36 kom til fleri góðar málmøguleikar, var tað aftur KÍ, sum sigraði. KÍ vann 2-1. Hálvleiksstøðan var 1-0 til KÍ.
Víkingur vann sær eitt stig við Løkin í Runavík langt inni í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Brandur H. Olsen legði NSÍ á odda, tá ið 43 minuttir vóru farnir. Tá ið góðir 95 minuttir vóru spældir, javnaði Poul Kallsberg til 1-1.
Við 2-1 sigri á 07 Vestur vann HB fjórða sigurin á rað. Emil Grønn Pedersen og Leivur F. Guttesen skoraðu fyri HB. Málið hjá 07 Vestur skoraði Tobias Fabian Giusti.
TB og EB/Streymur spældu 1-1 javnleik á Jóansøku. Støðan í hálvleikinum var 0-0. Samudeem Musah legði TB á odda við brotssparki, tá ið 62. minuttir vóru spældir. Tá ið 85. minuttir vóru farnir javnaði Thomas Bjørn Miezan fyri EB/Streym til endaliga úrslitið 1-1.
B68 vann 3-0 á FC Suðuroy á Eiðnum í Vági. Støðan í hálvleikinum var 1-0. Málini skoraðu Sebastian Lau Nielsen, Marjus Nón og Jóhan Josephsen. Sigurin hevur við sær, at B68 nú hevur 17 stig á 7. plássi. FC Suðuroy verður verandi á 9. plássi við seks stigum.
FC Suðuroy – B68 0-3
Leygardagin 21. juni
á Eiðinum, Vágur
TB – EB/Streymur 1-1
Leygardagin 21. juni
við Stórá, Trongisvágur
07 Vestur – HB 1-2
Sunnudagin 22. juni
á Dungasandi, Sørvágur
KÍ – B36 2-1
Sunnudagin 22. juni
við Djúpumýru, Klaksvík
NSÍ – Víkingur 1-1
Sunnudagin 22. juni
við Løkin, Runavík