Samandráttir frá 14. umfari

27. jun. 2025 | Betri deildin - kvinnur

Kvinnur: KÍ vann heili 7-1 á HB. Støðan í hálvleikinum var 5-1. Tóra Mohr og Sólja Ernstsdóttir skoraðu báðar hatrikk fyri KÍ. Jancy Mohr kom eisini á máltalvuna fyri heimaliðið. Málið hjá gestunum skoraði Fridrikka Clementsen.

B36 vann ein tryggan 4-1 sigur á Skála. B36 endar á einum fimta plássi í grundspælinum, meðan Skála er næstaftast.

Í Sarpugerði vann Víkingur 5-0 á FC Hoyvík. Støðan var 1-0 í steðginum.

NSÍ vann stórsigur á Dungasandi, sum samstundis gjørdi at tær enda á fyrsta plássi í grundspælinum.

KÍ – HB 7-1
Fríggjadagin 27. juni
við Djúpumýru, Klaksvík

B36 – Skála 4-1
Hósdagin 26. juni
Tórsvøllur, Tórshavn

07 Vestur – NSÍ 0-11
Fríggjadagin 27. juni
á Dungasandi, Sørvágur

Víkingur – FC Hoyvík 5-0
Fríggjadagin 27. juni
Sarpugerði, Norðagøta

Yvirskipað um farspor

Vit nýta farspor á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Farspor eru lítlar tekstfílur, ið verða goymdar á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Farspor eru ikki skaðilig, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær farspor, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.