Samandráttir frá 14. umfari

29. jun. 2026 | MeistaraDeildin - kvinnur

KVINNUR: Tríggir greiðir sigrar í seinsta umfarinum í grundspælinum í MeistaraDeildini. KÍ smurdi NSÍ av í Runavík, har toppskjúttin seinastu nógvu árini, Heidi Sevdal, stóð í málinum.

HB skoraði í fyrsta minutti í dystinum móti Skála, og vunnu dystin 6-0.

Á Dungasandi vann 07 Vestur 3-0 á B36.

Nú verður MeistaraDeildin hjá kvinnum deild í tvey, har HB, KÍ, Víkingur og NSÍ spæla um FM í ovara endaspælinum. Í niðara endaspælinum eru Skála, B36 og 07 Vestur umframt ÍF, sum endaði næstovast í 1.deild. Næstbesta liðið hjá KÍ endaði nummar eitt í 1.deild, men kunnu ikki flyta upp, tí er tað liðið sum gjørdist nummar tvey, sum skal spæla í niðara endaspælinum í MeistaraDeildini.

Her eru hæddarpunktini frá 14. umfari.

07 Vestur – B36 3-0
Fríggjadagin 26. juni
Dungasandur, Sørvágur

NSÍ – KÍ 0-8
Fríggjadagin 26. juni
við Løkin, Runavík

HB – Skála 6-0
Fríggjadagin 26. juni
Gundadalur, Tórshavn