Samandráttir frá 14. umfari

24. jun. 2026 | MeistaraDeildin - menn

MENN: HB reisti seg og vann ein sannførandi 3-0 sigur á grannunum úr B36.

Eisini 07 Vestur fekk ein tiltrongdan sigur. Vágamenn vunnu 2-0 á Argjamonnum, sum spældu størsta partin av dystinum við 10 monnum.

Í Sarpugerði endaði tað við javnleiki, tá KÍ vitjaði Víking. NSÍ vann tepurt á grannunum av Toftum, meðan Skála fekk ein javnleik í síðstu løtu á útivølli móti EB/Streymi.

Her eru hæddarpunktini frá 14. umfari.

EB/Streymur – Skála 1-1
Leygardagin 20. juni
við Margáir, Streymnes

07 Vestur – AB 2-0
Sunnudagin 21. juni
Dungasandur, Sørvágur

NSÍ – B68 1-0
Leygardagin 20. juni
við Løkin, Runavík

Víkingur – KÍ 2-2
Fríggjadagin 19. juni
Sarpugerði, Norðagøta

B36 – HB 0-3
Leygardagin 20. juni
Gundadalur, Tórshavn