
Samandráttir frá 15. umfari
27. jun. 2025 | Betri deildin - mennMENN: NSÍ, sum undan 15.umfari ikki hevði vunnið í fýra dystum á rað, kom aftur á sigurskós við sigri á EB/Streymi. NSÍ vann 4-0. Jasper Van Der Heyden legði NSÍ á odda 1-0, og síðani skoraði Klæmint Olsen hatrikk. Klæmint Olsen er toppskjútti í kappingini við 17 málum. NSÍ er á triðja plássi við 32 stigum.
Við 2-1 sigri á B68 lyfti Víkingur seg uppá fjórða pláss, har ið teir liggja ájavnt við B36. Bæði hava 24 stig. Málini hjá Víkingi skoraðu Stefan Radosavljevic og Poul Kallsberg. Stutt fyri leiklok minkaði Jákup N. Vilhelmsen fyri B68. B68 var eisini í allarsíðstu løtu nær við at javna til 2-2, men Bárður á Reynatrøð stórbjargaði fyri Víking.
Árni Frederiksberg bleiv við hatrikki dagsins maður í Klaksvík, har KÍ vann 4-0 á FC Suðuroy. Hálvleiksstøðan var 2-0. Jákup B. Andreasen skoraði eisini fyri KÍ.
TB hótti HB eina løtu, tí tá ið 77 minuttir vóru farnir var støðan 1-1. HB svaraði tó skjótt aftur, og teir reyð/svørtu úr Havn vunnu 4-1.
B36 avgjørdi alt í fyrra hálvleiki í 3-1 sigrinum á 07 Vestur. Heimaliðið var á odda 3-0 í hálvleikinum við málum frá Pæturi Petersen Mariusi Kryger Lindh og Mattasi Hellisdal. Jonathan Flensborg skoraði fyri 07 Vestur í seinna hálvleiki. 07 Vestur spælarin, Mikkel Hyllegaard, fekk reytt kort, tá ið eitt korter var eftir av dystinum.
B36 – 07 Vestur 3-1
Fríggjadagin 27. juni
Gundadalur, Tórshavn
HB – TB 4-1
Leygardagin 27. juni
Gundadalur, Tórshavn
KÍ – FC Suðuroy 4-0
Leygardagin 27. juni
við Djúpumýru, Klaksvík
Víkingur – B68 2-1
Sunnudagin 28. juni
í Sarpugerði, Norðragøta
NSÍ – EB/Streymur 4-0
Sunnudagin 28. juni
við Løkin, Runavík