
Samandráttir frá 15. umfari
2. jul. 2026 | MeistaraDeildin - mennMENN: Púra óvæntað vann 07 Vestur á KÍ, sum ikki hevur tapt ein landskappingardyst síðani 2024. Vágemenn eru nú omanfyri niðurflytingarstrikuna, meðan klaksvíkingar hava trý stig upp til fyrsta plássið.
EB/Streymur og B36 spældu javnt við Margáir, og nú hevur B36 ikki fingið fulla úrtøku í seinastu fýra dystunum.
HB kom aftur á slóðina eftir eyðmýkingina í Sarpugerði fyrr í vikuni. HB vann 4-1 á Skála.
Á Toftum vann AB 1-0, har toftamenn kendu seg snýttar fyri tvey brotsspørk.
Mest undirhaldandi dysturin var í Sarpugerði, har Víkingur og NSÍ fingu eitt stig í part. Dysturin endaði 3-3.
Her eru hæddarpunktini frá 15. umfari.
EB/Streymur – B36 2-2
Sunnudagin 28. juni
við Margáir, Streymnes
B68 – AB 0-1
Mánadagin 29. juni
Svangaskarð, Toftir
KÍ – 07 Vestur 0-1
Sunnudagin 28. juni
Djúpumýra, Klaksvík
Víkingur – NSÍ 3-3
Mánadagin 29. juni
Sarpugerði, Norðagøta
HB – Skála 4-1
Mánadagin 29. juni
Gundadalur, Tórshavn