Samandráttir frá 15. umfari

1. jul. 2023 | Betri deildin - menn

MENN: AB vann sær trý sera týdningarmikil stig, og tí livir vónin á Argjum enn um, at felagið kann yvirliva í bestu deildini. AB vann 2-0 07 Vestur í einum dysti, har Petur Reinert gav 07 Vestur venjaranum, Michael Schjønberg, reyða kortið. Við Stórá vann TB 2-1 á B68 í einum dysti, har møguleikarnir vóru til sera nógv mál. B36 vann tryggan 3-0 sigur á ÍF í Fuglafirði.

ÍF – B36 0-3
Leygardagin 01. juli
í Fløtugerði, Fuglafjørður

AB – 07 Vestur 2-0
Leygardagin 01. juli
inni í Vika, Argir

TB – B68 2-1
Leygardagin 01. juli
við Stórá, Trongisvágur

KÍ – HB 2-0
Sunnudagin 02. juli
við Djúpumýru, Klaksvík

EB/Streymur – Víkingur 0-2
Sunnudagin 02. juli
í Hólmanum, Eiði